Men teir noyddu hann almikið og søgdu: Verð hjá okkum, tí at tað tekur at kvølda og dagur aftnar dagur aftnar!@Lukas 24,29
portrait
Henry F. Lyte (1793–1847)

Hen­ry F. Lyte, 1847. Ed­mund í Gar­ði, 1951.

Will­iam H. Monk, 1861 (🔊 pdf nwc).

portrait
William H. Monk (1823–1889)

Ver tú mær hjá, nú sólin fór um sýn,
Og dagur aftnar, kæri Harri mín!
Tá onnur hjálp og uggan fellur frá,
Hjálp teirra hjálparleysu, ver mær hjá!

Skjótt endar henda stutta jarðarstund,
Tá fánar dýrdin øll við heimsins sund.
Alt ridlar leyst, sum eyga mítt kann sjá,
O, tú, sum broytist ei, ver tú mær hjá!

Ber ei sum drottin ræðslu í mítt sinn,
Men brosa blíðan, kín mær tár av kinn!
Lat meg hjá tær, við djúpu sálartrá,
Mær finna ugga, Guð mín, ver mær hjá!

Mær tørvar tína hjálp hvønn lívsins dag.
Bert náði tín kann doyva fjandans slag.
Hvør er sum tú? í ódn og sólskinsbrá,
Mín stavur og mín stuðul, ver mær hjá!

Við tær í fylgi aldri óttist eg.
Í sorg og sjúku ber tað trygdarveg.
Á gravarskugga, deyða, sum tú vá,
Eg vinni sigur, um tú ert mær hjá.

Tá eygað sloknar, krossin vís tú mær,
Lýs gjøgnum myrkrið mær í himnagarð!
Rým jarðarnátt—nú lýsing er at sjá!
Í lív’ og deyða, Guð mín, ver mær hjá!