Og tað vóru í sama umráðinum hirðar dvøljandi á markini, haldandi vakt yvir seyðafylgi sínum um náttina. Og, sí, eingil Harrans kom uppá teir, og dýrd Harrans skein runt umkring teir: og teir vórðu sára ræddir.@Lukas 2:8-9
portrait
Josef Mohr (1792–1848)

Josef Mohr, circa 1816–1818 (Stille Nacht).

Franz X. Gruber, circa 1820 (🔊 pdf nwc).

portrait
Franz X. Gruber
(1787–1863)

Gleðilig jól! Gleðilig jól!
Ljóðar av himli einglalag.
Armi syndari, óttast ei nú,
Gleðiboðskapin hoyrir tú:
Jesus er føddur í dag,
Jesus er føddur í dag.

Faðir vár! Faðir vár!
Høgt tó tú á himli býrt,
Ikki gloymdi tú barnið títt,
Elskaði syndiga hjarta mítt;
Veri um ævi tær dýrd,
Veri um ævi tær dýrd.

Frelsari mín! Frelsari mín!
Náði tín hon er mítt skjól.
Paradísportrið er opnað mær,
Aldri kann eg fulltakka tær
Fyri gleðilig jól,
Fyri gleðilig jól.